Býráðið í Sunda kommunu samtykti á seinasta býráðsfundi, at skúlin við Gjógv í framtíðini skal gerast til Føroya fyrsta skúlasavn, skrivar Sunda kommuna á heimasíðuni.
Kommunan hevur gjørt umfatandi ábøtur á skúlan, og er nú bert eftir at rudda og gera smærri ábøtur innan.
Ein arbeiðsbólkur mannaður av umboðum fyri felagið Gjómann og Sunda kommunu fer at lýsa bygningin og hvussu komandi virksemi kann skipast. Alt hetta verður gjørt í tøttum samstarvið við Tjóðsavnið.
Tjóðsavnið var og vitjaði skúlan við Gjógv fyrr í mánaðanum, og saman við umboðum frá felagnum Gjómanni og Sunda kommunu, var ein fyribils ætlan gjørd fyri hvussu arbeiðið skal fara fram.
Nú er virksemi í øllum teimum gomlu bygdaskúlunum í Sunda kommunu, og tað fegnast kommunan um. Í Haldórsvík verður skúlin nýttur til undirhús og frítíðarundirvísing, í Tjørnuvík er listafólkabústaður og nú verður so skúlin við Gjógv gjørdir til skúlasavn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald