Okkurt bendir á, at glið nú aftur er komin í ferðsluna í Vesturbýnum í økinum kring Glasir í Marknagili.
Í mogrun høvdu næmingarnir, ið gerast lidnir í summar, árliga skulkidagin við skúlaársenda.
Vanliga plagdi tað at vera innkoyringin til Havnar á Hvítanesvegnum, sum varð rakt av hesum afturvendandi siði.
Nú eru næmingarnir fluttir út í Glasir, og hesaferð var tað Marknagilsvegurin, sum tað gekk útyvir.
- Orsaka av vegaarbeiði er nærum bara ein vegabreyt frammanundan, so tað skal ikki so nógv til at skapa ferðslupropp á staðnum, segði vakthavandi á politistøðini í morgun, sum eisini staðfesti, at tað hava verið nógv fólk, sum eru komin ov seint til arbeiðis í morgun.
Løgreglan sendi tveir patrúljuvognar til økið í eini roynd at fáa skil á ferðsluna, og nú um hálvgun nýggju tíðina, var komin nøkulunda glið á ferðsluna aftur, upplýsir løgreglan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald