Innanlands

Skulu rinda fyri at njóta náttúruna í Saksun

Portur verður sett upp og fólk skulu rinda fyri at ganga úr á Lógv

2019-05-24 13:58 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógv kjak hevur verið seinastu árini um støðuna í Saksun, har nógv fólk vitja hvørt ár. Saksun er eitt av best umtóktu støðunum í Føroyum at vitja, og hetta hevur mangan ført til at bøndur hava víst á hvussu ill tað fer við gøtum og annað, at so nógv fólk vitja har um leiðir.

Nú hevur André Kruse, festari í Saksun, tikið stig til at seta portur upp á vegnum, har fólk skulu rinda við gjaldskorti, áðrenn tey fara úr á Lógv. Tað verður gjørt við einari gjaldsstøð, sum stendur við portrið.

André Kruse sigur við Kringvarpið, at tað er neyvan gjørligt at steðga ferðavinnuni, og tí má dentur leggjast á at fáa nakað burturúr teimum ferðandi. Peningurin, sum verður vunnin, skal nýtast til gøtur og annað viðlíkahald.

André Kruse ætlar at serlig avtala kann gerast við skúlaflokkar og bólkar. Gjaldsstøðina ætlar hann at fáa sett upp innan ein mánað, og kostnaðurin at ganga út á Lógv fer væntandi at liggja um 50 til 75 krónur fyri hvørt fólk.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder