
Fríggjadagin tók stýrisskipanardómstólurin í Suðurkorea avgerð um at koyra Yoon Suk-yeol frá sum forseta, og sostatt skal skipast fyri nýggjum forsetavali innan 60 dagar sambært stýrisskipanini í landinum.
Fyribils verður tosað um at hava val 3. juni, men stjórnin fer í morgin at taka eina endaliga avgerð um dagfestingina, sigur eitt ónevnt embætisfólk við suðurkoreansku tíðindastovuna Yonhap.
Yoon Suk-yeol varð koyrdur frá orsakað av hernaðarligu undantaksstøðuni, sum hann lýsti 3. desember í fjør, sum stýrisskipanardómstólurin hevur staðfest, at hann ikki hevði heimild til. Forsætisráðharrin, Han Duck-soo er virkandi forseti.
Um val verður 3. juni, skulu valevni skráseta seg áðrenn 11. mai, og síðani byrjar valstríðið 12. mai. Nýggi forsetin tekur við alt fyri eitt eftir valið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald