
Týsdagin boðaði Tórshavnar kommuna frá, at skoytibreytin ikki fer at vera í Vágsbotni kortini men á niðara vølli í Gundadali, og at talan verður um eina breyt í fullari stødd - umleið 30 x 25 metrar.
Les eisini:
Nólsoyar Páll má lúta fyri skoytibreyt
Skoytibreyt í fullari stødd á niðara vølli í Gundadali
Í dag boðar kommuna frá, at eftir ætlan letur skoytibreytin á niðara upp fyri almenninginum leygardagin 4. desember.
Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at mett verður ikki, at nakrir trupulleikar eru at fáa vøllin lidnan til tíðina – men veðrið er sjálvandi avgerandi.
Lýst verður seinni um upplatingartíðir, og um hvørji onnur tiltøk vera við vøllin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald