Innanlands

Slakar fimm milliónir settar av til byggja kirkjur

Líkindi eru fyri, at landsstýriskvinnan í 2023 kann geva tveimum sóknum loyvi til fara undir verkætlanirnar. Hetta er fyrstu ferð, at slík raðfesting er gjørd á fíggjarlógini, skrivar Almanna- og Mentamálaráðið

Sáttmáli er gjørdur við arkitektavirkið SNA um projektering av nýggju kirkjuni av Glyvrum. Kirkjuráðið fer at rinda sítt, men landið skal eisini hjálpa (Mynd: folkakirkjan.fo)

Sáttmáli er gjørdur við arkitektavirkið SNA um projektering av nýggju kirkjuni av Glyvrum. Kirkjuráðið fer at rinda sítt, men landið skal eisini hjálpa (Mynd: folkakirkjan.fo)

2023-02-18 13:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 er ein raðfesting, sum sambært Almanna- og Mentamálaráðnum er søgulig.

Aðalráðið hevur fingið eina upphædd í uppskotið, sum er áljóðandi 4,62 milliónir, og er hetta ætlað til kirkjubygging.Tað er ætlað til tvær kirkjusóknir, sum í mong ár hava arbeitt við at byggja nýggjar kirkjur.

- Kirkjusóknirnar eru nú komnar so væl á leið við fyrireikingunum, at líkindi eru fyri, at landsstýriskvinnan í 2023 kann geva teimum loyvi til fara undir verkætlanirnar. Stuðulin í 2023 er ætlaður til fyrireikingar og projektering, og er skotin upp at vera 4,62 milliónir tilsamans.

Eitt stað, ið skal hava nýggja kirkja, er á Glyvrum.

- Vanliga verður kirkjubygging fíggjað við einum triðingi frá kirkjuráðnum, einum frá stiftsstjórnini og einum frá tí almenna. Vit hava gjørt okkara og stiftsstjórnin sítt, og tí vænta vit eisini, at parturin hjá tí almenna fer at koma upp á pláss. Ætlanin hjá okkum er, at vit skulu fáa eina nýggja kirkju upp at standa fyri umleið 90 milliónir krónur, tá ið alt er klárt og liðugt.

Hetta segði Hans Jacob Lamhauge, sum hevur verið kirkjuráðsformaður á Glyvrum síðani 2002, við heimasíðuna hjá Fólkakirkjuni í gjár.

Les eisini: Nýggj kirkja ávegis á Glyvrum

Sóknirnar standa fyri part av fíggingini sjálvar, men tað er neyðugt at landið hjálpir til, og nú er stuðul til nýggjar kirkjur fyri fyrstu ferð sett í eitt fíggjarlógaruppskot:

- Hetta er veruliga eitt stig rætta vegin, at tað fyri fyrstu ferð síðani málsøkið fólkakirkjan í 2007 kom á føroyskar hendur, nú er raðfest á fíggjarlógini at seta av pening til at stuðla at nýggjar kirkjur verða bygdar, sigur landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg við ammr.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder