Tá teir báðir amerikansku astronautarnir, 61 ára gamli Barry “Butch” Wilmore og 58 ára gamla Sunita “Suni” Williams, í juni vórðu skotnir út í rúmdina á eini royndarferð til altjóða ISS rúmdarstøðina, var ætlanin, at tey skuldu venda aftur á jørðina eftir fáar dagar.
Men ferðin gekk ikki heilt eftir ætlan.
Wilmore og Williams eru enn úti á rúmdarstøðini, sum sveimar í ringrás um jørðina.
Vandi er fyri at alt hetta árið gongur og nakað afturat áðrenn tey sleppa heimaftur, skrivar BBC.
Tey bæði vórðu skotin út í einum Boeing Starliner rúmdarfari. Hetta var fyrsta mannaða ferðin av hesum slag, og ein royndartúrur fyri at kanna eftir, um hetta slagið kann brúkast til regluligar mannaðar ferðir út í rúmdina í framtíðini.
Les eisini: Fyrsta rúmdarfar hjá Boeing
Men farið fekk trupulleikar, tá tað nærkaðist altjóða rúmdarstøðini. Trupulleikar vóru við framdriftini og eisini við stýrisskipanini. Tey komu tó trygt fram til rúmdarstøðina, men trupulleikin er, at alt bendir á, at Boeing Starliner farið ikki kann brúkast til heimferð teirra.
Tí má skipast fyri eini alternativari heimferð.
Á tíðindafundi í gjár søgdu fólk frá Nasa, at enn eru ongar avgerðir tiknar um hvussu heimferðin kann skipast.
- Vit vildu helst fingið tey heimaftur við Starliner, men kanningar eru í gongd við at hava aðrar møguleikar opnar, sigur Steve Stich, ið er manningarstjóri hjá Nasa.
Ein møguleiki er at knýta tey bæði til eina rúmdarferð, har eitt far verður sent út í september fyri at venda aftur til jørðina í februar 2025. Tá er talan um eitt SpaceX Crew Dragon rúmdarfar. Ætlanin er, at fýra fólk skulu vera við, men møguleiki er fyri at lata tvey av plássunum standa tóm, so tey bæði strandaðu kunnu koma heimaftur.
Men henda ætlanin hevur við sær, at tey bæði skulu vera úti á ISS rúmdarstøðini í átta mánaðir heldur enn teir átta dagarnir, sum ferðin upprunaliga skuldi varða.
Um so er, at Crew Dragon verður brúkt, so skal Starliner farið sendast aftur til jørðina ómannað.
Umboð fyri Nasa siga, at tað gongur minst ein vika áðrenn ein endalig avgerð er tikin, skrivar BBC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald