Uttanlands

Sleppa ikki út komandi tríggjar vikurnar í India

Útgongubannið er galdandi frá midnátt. Harvið verða yvir ein millard fólk bundin til sítt heim fram til 13. apríl

Narendra Modi er forsætisráðharri í India (Mynd: EPA)

Narendra Modi er forsætisráðharri í India (Mynd: EPA)

2020-03-24 18:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

2. Páskadag fara tey áleið 1,3 milliard fólkini at sleppa út aftur, um tiltøkini ikki verða broytt. 

Í Føroyum og Danmark eru nógv tiltøk sett í verk, sum í løtuni eru galdandi fram til 13. apríl - Myndugleikarnir í landinum har næstflest fólk búgva taka nú eitt ógvusligt stig í stríðnum fyri at tálma koronavirusinum.  

India er annars ikki lutfalsliga so hart rakt av korona. Síðani fyrsta tilburðin 30. januar eru 491 afturat smittaði. Níggju av teimum eru deyð.

Forsætisráðharrin í India, Narendra Modi, segði í røðu fyrr í dag, at tað kann fara at verða sera trupult at steðga spjaðingini í fólkaríka landinum. Harvið er støða tikin um, at fólk ikki sleppa at verða uttanfyri heimið komandi tríggjar vikurnar - hetta er galdandi frá midnátt av.

- Hetta fer at raka okkum hart fíggjarliga, men heilsan hjá íbúgvunum kemur sjálvandi í fyrstu røð, segði Modi

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder