2018-12-13 23:26
Fyrr í kvøld hoyrdist útrykningur í Havnini. Talan var um alarm, sum var farin frá hjá Brennistøðini, og tá tað hendir, fær sløkkiliðið beinleiðis fráboðan.
Neyðsynjarakfør hjá sløkkiliðinum fór tí beinleiðis niðan á Hjalla, har nógvur roykur var.
Vaktleiðarin hjá løgregluni sigur, at talan ikki var um annað enn at har var eitt sindur meiri eldur og roykur enn vanligt er, men at einki álvarsamt var á vási.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald