Innanlands

Smátt – men stórt

Nú ber til at uppliva føroysk smákykt í risastødd

2019-05-21 20:08 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Hevur tú nakrantíð sæð eina tríggjar metrar langa skinflugu? Nú ber til at uppliva føroysk smákykt í risastødd á spennandi myndaframsýningini ’Smátt - men stórt’, sum Tjóðsavnið sýnir fram runt landið í summar. 

Vit eru altíð umgird av smáum djórum uttan mun til, um vit eru úti ella inni. Klukkur, eiturkoppar, mýggjabitar og onnur smákykt eru so mikið smá, at vit nóg illa geva okkum far um tey. Hóast lítlu støddina eru mong, sum kortini føla andstygd, um djórini koma ov nær. Tjóðsavnið vil við hesi framsýning geva fólki møguleikan at síggja føroysk smákykt á ein øðrvísi hátt - at kalla andlit til andlits.

Tjóðsavnið hevur við nýggjari framkomari útgerð tikið nærmyndir av nøkrum av vanligastu smákyktunum úr okkara nærumhvørvi. Fólk runt allar Føroyar hava latið kykt inn og úrslitið er henda stórfingna myndaframsýning við skordýrum, eiturkoppum og øðrum spennandi ryggleysum djórum.

Hóast djórini so nær við kunnu síggja øgilig út, so munnu flestu okkara ásanna, at talan er um sera bergtakandi verur við alskyns litum og skapum, nøkur loðin og onnur nakin, og ofta bera tey ófrættakendar limir og vøkstir. Úr okkara sjónarhorni eru kyktini smá, men hyggur tú nóg nær, so eru tey á sín hátt “stór”!

Serframsýningin ferðast runt alt landið í summar og byrjað verður í Vestmanna hósdagin 23. mai í sambandi við árligu Bátastevnuna. 

Á heimasíðuni tjodsavnid.fo og á facebooksíðuni hjá Tjóðsavninum sæst, hvar og nær ferðaframsýningin verður at síggja.

- Tjóðsavnið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder