Innanlands

Smittumet í Danmark - positivprosentið eisini methøgt

Yvir 16.000 koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár - væl færri PCR-kanningar vóru, enn vanligt hevur verið seinastu tíðina, og millum annað tí var positivprosentið 12,4. Talið av innløgdum er farið uppum 600, men tó hevur illa smittandi Omikron-frábrigdi, fyri ein stóran meiriluta, ikki givið stórvegis sjúkralegu, og nátúrligt órin kann gerast ein fyrimunur á summum økjum, sambært SSI

Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, hevur í seinastuni ikki verið heilt álvuligur við støðuna, men frá SSI er tónin nakað øðrvísi (Mynd: EPA)

Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, hevur í seinastuni ikki verið heilt álvuligur við støðuna, men frá SSI er tónin nakað øðrvísi (Mynd: EPA)

2021-12-27 17:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Omikron-frábrigdi kann vísa seg, at í longdini gerast gott fyri Danmark, eins og nógv onnur lond, tí sjúkragongdin í stóran mun ikki er hørð, eisini í mun til dømis Delta og onnur frábrigdi, hóast Omikron smittar meira enn undanfarin frábrigdi - eisini liðugt koppsettum; tey fyrstu 21 fólkini, ið fingu staðfest Omikron í Føroyum vóru koppsett tríggjar ferðir. Hetta gevur fleiri fólkum eitt nátúrligt órin. Tað er vísindaliga prógvað, at hetta í øllum førum ikki gevur verri verju enn koppsetingarnar, og allarhelst betri útfrá tølum úr millum annað Danmark.

Júst hetta við nátúrligum órini var Tyra Grove Krause frá Statens Serum Institut inni á fyrr í dag, tá hon gjørdi upp, eitt ár eftir at fyrstu danirnir fingu fyrsta prikið. Krause vil ikki útihýsa møguleikanum um eitt fjórða prik, sum nú er tikið í nýtslu á royndarstøði í Ísrael, til eldri og annars serliga útsett. 
 Tó kann koronastøðan í Danmark, ið ymiskir altjóða serfrøðingar síggja ljóst uppá hóast vaksandi smittutal, gerast heilt øðrvísi 

- Vit mugu fáa at síggja, tí tað kann eisini verða, at tað, sum hendir, er, at Omikron fer at spjaða seg á ein hátt, so at heilt nógv av okkum fara at fáa nakað av nátúrligum órini móti koronu og harvið ikki hava tørv á einum fjórða priki.

Hon sigur annars, at koppsetingarnar hava verið eitt ógvuliga umráðandi amboð í at minka um avleiðingarnar av koronu, hóast tær ikki verja so væl móti smittuspjaðing. Tað er eitt av málunum framyvir: At gera eina koppseting fyri covid-19, sum í størri mun verjur fyri smittu. Tyra Grove Krause vísur tó á, at koppsetingarnar hava virknað, í mun til at verja fyri álvarsligari sjúku. Tað við at smittutalið er tríggjar ferðir so høgt nú, sum fyri einum ári síðani, men at talið av innløgdum er lægri - hetta eftir at 77 prosent av dønum eru koppsettir fyri korona, og 42 prosent hava fingið triðja prik. Eisini vísa tøl, at útvið helmingurin av teimum, sum eru innløgd á inntensivu deild við koronu í Danmark hesa tíðina, ikki eru koppsett. Tað er trýstið á sjúkrahúsverkið, sum kann standast av mongu tilburðunum og harvið møguliga fleiri innløgdum, sum framvegis er ein vandi, og nakað sum myndugleikar allatíð hyggja uppá, men júst korona leggur ikki so stórt trýst á í løtuni. 

Smittumet

Omikron hevur síðani nakrar dagar fyri jól verið mest vanliga frábrigdi. Tað smittar sum nevnt illa, og í PCR-kanningunum í Danmark 2. jóladag vóru 16.164 koronutilburðir staðfestir. Tað eru fleiri tilburður enn í gjár, tá met varð sett. 

130.686 kanningar vórðu gjørdar í Danmark í gjár, og tað gevur eitt methøgt positivprosent á 12,6 - til samanberingar hevur tað í Føroyum seinastu tíðina fyri tað mesta ligið millum tvey og trý. At tað var so høgt í gjár hongur tó eisini saman við degnum sjálum, har greitt færri vórðu kannaði, enn vanligt hevur verið tveir teir seinastu mánaðirnar.

Talið av innløgdum í Danmark er hækkað við 29 fólkum í mun til 1. jóladag. Tað er nú 608, ið sum nevnt er lægri enn beint eftir jól í fjør.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder