
Tað eru framvegis 647 persónar, sum hava fingið staðfest smittuna í Føroyum. Fyrsti tilburðirin varð staðfestur 4. mars í fjør. Eingin nýggjur smittutilburður varð staðfestur í teimum 636 kanningunum í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum.
Í alt eru 623 persónar staðfestir frískir aftur. Hetta talið er vaksið við fýra síðani í gjár, og sostatt eru 24 persónar smittaðir í løtuni. Fyri einari viku síðani vóru 59 aktivir smittutilburðir
Í alt eru 213.054 kanningar gjørdar.
Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu, skrivar corona.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald