2020-05-16 11:44
Smitturtrýstið, ið vísur hvussu nógvar persónar ein sjúklingur smittar, er á veg upp aftur í Stóra Bretlandi. Tað skrivar Sky News.
Talið er vaksið frá, at hava ligið ímillum 0,5 og 0,9 í seinastu viku til at liggja ímillum 0,7 og 1 nú.
Heilsumálaráðharrin Matt Hancock sigur, at tað verður hildið vakið eyga við talinum.
Í Stóra Bretlandi hava yvir 236.000 fingið staðfest smittuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald