Innanlands

Smyril avlýsir enn ein túr

Túrurin av Havnini klokkan 16 er fluttur til klokkan 18:30

Savnsmynd: Bjartur Vest

Savnsmynd: Bjartur Vest

2018-12-15 13:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

Ringa veðrið argar ferðaleiðina millum Tórshavn og Tvøroyri. Í gjár vóru avlýsingar á leiðini, og aftur nú eru avlýsingar og seinkingar.

Strandferðslan boðar frá, at túrurin, sum Smyril vanliga siglir av Havnini til Krambatanga klokkan 16 leygardagar, í dag er útsettur til klokkan 18:30. Hetta verður somuleiðis seinasti túrur hjá Smyrli í dag.

Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í samband við komuna á Krambatanga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder