Innanlands

Smyril avlýsir túrin í kvøld - møguliga aðrar avlýsingar um vikuskiftið

Nógvur vindur í kvøld og í nátt fær Strandferðsluna at avlýsa túrin hjá Smyrli í kvøld

Smyril (Savnsmynd: Bjartur Vest)

Smyril (Savnsmynd: Bjartur Vest)

2018-12-14 15:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógvur vindur og keðilig ætt ávirkar suðuroyarsiglingina í kvøld og í morgin árini. Hesum boðar Strandferðslan frá á heimasíðuni longu nú.

Túrurin av Krambatanga í kvøld klokkan 21 verður ikki sigldur, og fráferðin úr Havnini klokkan 7 leygarmorgunin verður tí heldur ikki.

Siglt verður av Krambatanga klokkan 9:30 leygarmorgunin.

Hann sigur frá nógvum vindi í dag og í allan morgin, so møguliga aðrar broytingar í ferðaætlanini vera á Suðuroyarleiðini um vikuskiftið, sigur Strandferðslan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder