Innanlands

Smyril Line: Yvirskotið í 2022 var 77 milliónir

Rakstrarúrslitið hjá Smyril Line í fjør var 201 millión, samanborið við 119 milliónir í 2021

2023-03-24 16:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag hevði Smyril Line ársaðalfund á Hotel Hafnia. Á aðalfundinum vórðu Tummas Justinussen, Hendrik Egholm og Arne Joensen afturvaldir í nevndina. Harumframt varð Helga á Borg vald í nevndina.

Eisini varð ársfrágreiðingin fyri 2022 løgd fram. Talan var um eitt merkisár, har Smyril Line hátíðarhelt 40 ára stovningardagin.

Smyril Line varð stovnað tann 1. november 1982, og í 1983 varð ferjan Gustav Vasa keypt og navngivin Norröna og sett í sigling.

– Hesi 40 árini hava verið merkt av stórari menning innan ferðavinnu og farmaflutning. Vit á Smyril Line hava átt ein leiklut í hesi menning og ynskja framhaldandi at arbeiða við at veita tryggar og góðar flutningsloysnir til ferðafólk og farm, skrivar Smyril Line í tíðindaskrivi.

Í februar 2022 vórðu allar koronaavmarkingar tiknar burtur, og tá kom aftur gongd í søluna av ferðaseðlum, ið kom aftur á sama støði sum áðrenn farsóttina.

Sambært Smyril Line var áleið 75 prosent av søluni til ferðafólk av evropeiska meginlandinum. Størsti parturin av teimum ferðandi eru týskarar, danir, fraklendingar og hálendingar. Áleið fimm prosent av søluni er í Íslandi og 20 prosent í Føroyum.

– Farma- og ferðafólkavirksemið hevur sum heild hilnast væl. Siglingarætlanirnar eru broyttar fyri at fáa ein meira skynsaman rakstur, og til gagns fyri umhvørvið.

– Stríðið í Evropa hevur havt við sær, at rutur eru niðurlagdar og nýggjar rutur byrjaðar. Broyting í ferðaætlanum, skipan av siglingarætlanum og betri gagnnýtsla av okkara útgerð hava spælt ein høvuðsleiklut í at betra um okkara útreiðslugrundarlag og minka um okkara umhvørvisárin.

Rakstrarúrslitið hjá Smyril Line í fjør var 201 millión, samanborið við 119 milliónir í 2021. Úrslitið fyri 2022 vísti eitt yvirskot á 77 milliónir eftir skatt, samanborið við 15 milliónir árið fyri.

Starvsfólkatalið hjá Smyril Line samtakinum var 612 starvsfólk, og søluútlitini í 2023 á bæði farma- og ferðafólkasíðuni eru rímiliga góð. Útlitini eru tengd at óvissum viðvíkjandi rentu- og oljukostnaði, inflatión og politiskum óvissum, sigur felagið.

Lagt verður afturat, at Smyril Line einki vinningsbýti rindar fyri 2022.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder