Innanlands

Snildfonin og sosialir miðlar fylla og ávirka alt ov nógv: Her er nógv umrødda røðan

14-ára gamla Sigrún Eyð Fossadal setti í sambandi við Ungdómstingið stóru nýtsluna og ávirkanina undir luppin: - Snildfonin tekur tað, sum er dýrabærast hjá okkum: Tíðina, friðin og barndómin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-02-06 13:10 Author image
Agnar Prestá
placeholder

(Upptøka: Tingvarpið)

- Eg vil biða tykkum hugsa um eitt barn. Eitt lítið barn, sum situr einsamalt í einum myrkum kamari við einari snildfon í í hondini. Ikki tí tað vil, men tí tað kennir seg bundið og kann ikki leysríva seg.

Soleiðis byrjaði Sigrún Eyð Halldórsdóttir Fossadal sína røðu í sambandi við Ungdómstingið í vikuni - ein røða sum nú hevur fingið stóra umrøðu og nógv rós.

Hon og trý onnur settu uppskot fram um at banna børnum undir 15 ár at nýta snildfon, við atgongd til alnótina, og hava atgongd til sosialar miðlar (stovna konto).

Líknandi lóg er sett í verk í Avstralia og er á veg í londum sum í Fraklandi, samstundis sum tað er umrøtt á hægsta stigi í Føroyum.

Málið varð samtykt á ungdómstinginum, men Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálaráðnum, staðfesti í Degi&Viku í gjár, at ætlanin ikki er at taka eitt "slíkt víðfevnt stig" í Føroyum - enn í øllum førum. Men kanska tað er tíð uppá at lurta meira eftir børnunum.

[object Object]
Sigrún Eyð Halldórsdóttir Fossadal og hini sluppu til orðanna á tingsins røðarapalli fyrr í vikuni. Tey fingu nógv rós - frá politikkarum og øðrum. So er spurningurin, um nakað verður gjørt við spurningin um snildfonir og annað (Mynd: Jens Kr. Vang)

Tvær av uppskotsstillarunum, Sigrún Eyð H. Fossádal og Bára Biskopstø, hava áður arbeitt við við evnisverkætlan um fartelefonnýtslu millum ung. Í hesum sambandi vitjaðu tey Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann, í heyst.

- Telefonin tekur ta dýrabæra frá okkum

14-ára gamla gentan tók nýtslu av snildfonum og sosialum miðlum upp. Og serliga avbjóðingar við hesum.

- Snildfonin fyllir allan dagin. Hon tekur tað, sum er dýrabærast hjá okkum: Tíðina, friðin og barndónin. Sjálvsmyndin ávirkast. Og hetta er veruleikin hjá alt ov mongum í dag. 

Sigrún vísti víðari á, hvørja skaðilig ávirkan nógv skermtíð og annað kunni hava. Hon staðfesti eisini, at "tað er ikki frælsi, at geva børnum nakað frítt at nýta, ið tey ikki eru klár til - tað er ábyrgdarleyst: Sum at seta tey í ein áraleysan bát".

- Hetta er ikki fyri at revsa men fyri at hjálpa - eisini foreldrum.

Lurta eftir allari røðuni ovast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder