Frá rørandi rokki til myrkan fólkatónleik. Soffía Bjørg gjørdist kend við upplyftandi rokklagnum “I Lie”, men íslendska sangarinnan hevur nógv meira at bjóða: tølandi og róligar rútmur, eitt filmiskt ljóðlandslag, sigandi tekstir, eitt sindur av americana og eina hugtakandi, sterka rødd.
Soffía Bjørg er íslendskur tónleikari fødd og uppvaksin á bygd vestanfyri í Íslandi. Rødd hennara er ein livandi og ráð megi, sum kann syngja um bæði djúpa, hjartanemandi líðing og vakrar, inniligar kenslur. Og hon hevur ein heilt serligan tonalitet.
Fyrsta útgávan hjá Soffíu, sum kom úr í 2017, varð lýst at vera myrkur fólktatónleikur, og eitt lag á útgávuni “I Lie” hevði við sær, at Soffía varð tilnevnd fleiri virðislønir á Icelandic Music Award og Radio Listerens Awards ta árið.
Í 2018 gav Soffía út íslendska lagið “Þeir vaka yfir þér”. Útsetingin av hesum lagnum, hevur eitt øðrvísi ljóð enn tað á fyrstu útgávuni. Her hava strúkarar og røddir ein størri leiklut. Eitt videolag við hesum lagnum kemur út seinni í 2019.
Tá Soffía var 19 ára gomul, fór hon undir útbúgving sum klassiskur sangari á Rekjavík Academy of Singing and Vocal Arts. Seinni skifti hon til FÍH jazz skúlan fyri at finna ein sanghátt, sum hóskaði henni. 25 ára gomul lærdi hon at spæla guitar, og tá byrjaði tónleikurin at taka skap. Síðan hetta hevur Soffía ferðast víða um við sínum tónleiki – bæði í Íslandi og uttanlands. Og nú kemur hon til Føroya.
Í bólkinum eru: Pétur Ben, sum fleiri munnu minnast frá G! Festival í 2007, Ingibjørg Turchi, sum var í Føroyum saman við Bubba Mortens í 2015, og Kristofer Rodriguez.
Konsertin er partur av PULS konsertrøðini hjá Norðurlandahúsinum í samstarvi við Listastovuna í Miðvági og Spaniastovu í Klaksvík. Hetta er síðsta PULS konsertin i hesum umfarinum.
Lyon Hansen er føddur og uppvaksin í Gøtugjógv við eini kirkju, eini samkomu, einum banka og havinum sum grannar. Sangir hansara eru søgur um sorg og gleði, ódn og stilli - har sannleiki verður lygn og umvent. Tónleikurin ber brá av onkrum fjarum, men kortini kendum. Ein prædika, sum tú ikki hoyrir, men merkir. Han eitur Lyon. Gamal sum havið, sterkur sum vindurin.
Konsertin verður Klingruni í kvøld kl. 20
Lyon Hansen (Savnsmynd)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald