Innanlands

Sofus Debes Johannesen fekk ársins herðaklapp í Sunda kommunu

Tað fekk hann fyri sítt trúfasta arbeiði fyri Gjáar bygd, Sunda Judofelag og EB/Streym. Hetta varð avdúkað til setanina av Mentanardøgunum, ið var í Skúlanum við Streymin í gjár

Johanna Vang, systir Sofus, tók ímóti heiðrinum frá trivnaðarnevndini, tí at hann var burturstaddur (Mynd: Jens Kr. Vang)

Johanna Vang, systir Sofus, tók ímóti heiðrinum frá trivnaðarnevndini, tí at hann var burturstaddur (Mynd: Jens Kr. Vang)

2021-09-10 13:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið vóru Mentanardagar 2021 í Sunda kommunu settir. Umframt røður og sangir varð avdúkað, hvør hevði fingið ársins herðaklapp í kommununi fyri 2021.

Trivnaðarnevndin hevur valt millum øll tey innkomnu uppskotini, og valið fall á Sofus Debes Johannesen frá Gjógv. Grundgevingin fyri at geva honum heiðurin ljóðaði soleiðis:

- Ársins herðaklapp 2021 fær Sofus Debes Johannesen, fyri sítt trúfasta arbeiði fyri Gjáar bygd, Sunda Judofelag og EB/Streym.

[object Object]
Sofus Debes Johannesen t.v 

Við heiðrinum fylgir ein peningagáva á 3.000 krónur og gáva úr føroyskum gróti, sum myndar brúnna yvir Streymin og gjónna við Gjógv.

Sofus var burturstaddur á degnum, so systir hansara Johanna Vang møtti í hansara stað og tók ímóti heiðrinum.

Trivnaðarnevndin valdi eisini at heiðra bókini "Tey búsettust á Oyrarbakka" sum Sólgerð Andreassen og Annfinn Danielsen góvu út fyrr í ár, skrivar sunda.fo.

Les eisini: Sunda kommuna: Nú fara mentanardagar í gongd

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder