
S&K Felagið hevur nú broytt navn til Samverk.
Orsøkin til navnabroytingina er, at gamla heitið ikki var nøktandi longur. Tað var stytting fyri Skrivstovu- og Krambafelagið, men í dag umboðar felagið fleiri aðrar fakbólkar umframt. Í nýggja navni num kunnu allir limir kenna seg aftur, skrivar felagið í tíðindaskrivi.
– Navnið Samverk hevur tveir týdningar. Tað merkir bæði samarbeiði og tann mun, sum samarbeiði skapar. Gerð og úrslit. Navnið undirstrikar soleiðis, at við samarbeiði vera bestu tøkini tikin.
– Navnið hóvar væl til felagið. Limaskarin er sera fjølbroyttur og umboðar nógvar fakbólkar, men allir hava felagið saman. Ymisk fólk, ymisk yrki, eitt felag. Tí Samverk.
– Við nýggja navninum kennir felagið seg væl brynjað til framtíðina.
Samverk er millum størstu fakfeløg í Føroyum. Felagið varð stovnað í 1940 og var virkið fram til 1945. Í 1973 varð tað endurstovnað og hevur síðan verið týðandi partur av føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tað eru omanfyri 1400 limir í felagnum. Hin yngsti 12, hin elsti væl omanfyri vanligan penjónsaldur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald