Innanlands

Søkja eftir fyrstalærara til Sands skúla

Í skúlanum eru 45 næmingar í 1. 5. flokki – Starvið sum fyrstilærari verður sett 4. oktober

(Mynd: ummr.fo)

(Mynd: ummr.fo)

2021-08-19 18:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú verður søkt eftir nýggjum fyrstalærara til Sands skúla.

Fyrstilærarin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgd av virksemi skúlans og fíggjarstýringini. Starvið verður sett frá 4. oktober, og freistin at søkja starvið er 6. september, skrivar Uttanríkis- og mentamálaráðið.

Í Sands skúla eru 45 næmingar í 1. - 5. flokki. Afturat fyrstalæraranum, starvast tríggir lærarar í skúlanum.

Sí meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder