Innanlands

Søkti um samstarv – ikki um at byggja diabetesmiðstøð

Novo Nordisk ætlaði ikki at byggja diabetesmiðstøð í Føroyum

2018-12-14 09:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

Heilsu- og innlendismálaráiðið hevur verið atfinningum seinastu tíðina fyri at hava takka nei til umsókn frá Novo Nordisk til at byggja diabetesmiðstøð í Føroyum. Men tað var ikki hetta, Novo Nordisk ætlaði.

Fyrispurningurin hjá Novo Nordisk var at vita, um áhugi er fyri einum møguligum samstarvi millum føroyskar heilsumyndugleikar og Novo Nordisk grunnin, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna.

Landsstýriskvinnan sigur sambært KVF, at eitt samstarv millum Novo Nordisk grunnin og føroyska heilsuverkið hevur við sær eina røð av prinsipiellum og etiskum spurningum, sum vit ikki hava svar uppá í løtuni. Tí skal málið hava eina politiska viðgerð áðrenn endalig støða verður tikin, er svarið hjá landsstýriskvinnuni til trý løgrtingsfólk um samstarvið við Novo Nordisk grunnin um diabetesmiðstøð í Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder