Innanlands

Sølan av innbúgvinum av ongum

Sær út til at áheitanin frá forkvinnuni í LISA er gingin á møti

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2019-05-09 09:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í gjár harmaðist forkvinnan í Listafólkasambandi Føroya, Marita Dalsgaard, inn á, at avgerð er tikin um at selja alt innbúgvið í Hoydølum.

LISA hevur annars, saman við Tjóðsavni Føroya, frá mentamálaráðharranum fingið ræðisrættin til bygningarnar í Hoydølum eftir at studentaskúlin fyri skjótt einum ári síðani flutti út úr bygningunum.

Men í útvarpinum í gjár kærdi Marita Dalsgaard sína neyð í útvarpinum hjá KvF, tí hon metti tað ikki vera rætt at spjaða innbúgvið fyri vág og vind, tí tað hoyrir heima í Hoydølum, og LISA hevur eisni brúk fyri innbúgvinum, tá felagsskapurin einaferð fær lykilin til bygningarnar.

Tað var Tinghúsið á Hjalla, sum skuldi standa fyri søluni, men í morgun boðar Tinghúsið so frá, at sølan er avlýst.

Okkurt bendir á, at neyðarrópið frá LISA er hoyrt

 

Nakrir av innbúgvinum, sum skuldi seljast sæst herundir:

[object Object]

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder