Umleið klokkan 13:15 varð seinasta skotið latið av í Sandoyartunlinum.
Tað merkir, at tað nú er punktum sett fyri boringina av 10,8 kilometra langa tunlinum undir Skopunarfirði millum Gomlurætt og Traðardal.
94 ára gamla Harriet Krog Jensen av Sandi fekk heiðurin av síðsta skotinum. Tað var kortini spreingimeistarin streymoyarmegin sum trýsti á knøttin.
Ætlanin var, at síðsta skotið skuldi síggjast í sjónvarpinum, men tøknin sveik hesa løtuna, og tað var bara svartur skermur, júst tá spreingingin var.
Buldrið hómaðist kortini.
Teitur Samuelsen, stjóri í tunnilsfelagnum, upplýsti, at upptøkan av spreingingini er komin í hús, og verður at síggja seinni.
Nú verður so farið undir at gera Sandoyartunnilin lidnan. Koyrandi verður hjá almenninginum í seinasta lagi desember 2023.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald