Innanlands

Soleiðis verður veðrið um vikuskiftið

Í dag regnar í allan dag

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2018-12-07 10:57 Author image
Ari av Rana

Vikuskiftisveðrið er einki at reypa av við regni í allan dag og vindi alt vikuskiftið.

Í dag verður avfall millum 0,1 og 1,0 mm tað, sum restin er av degnum. Í ættini er hann vestan og landnyrðingur eystan, strúkur í vindi og hvassur vindur millum 11 og 17 m/s. Hitin millum 6 og 8 hitastig.

Í nátt heldur fram at regna, millum 0,2 og 0,7 mm. Hann verður hvassur vindur og skrið av landnyrðingi millum 15 og 18 m/s, og 6 hitastig.

Morgindagurin verður turrur til um kvøldið, tá eitt sindur av avfalli verður, millum 0,1 og 0,3 mm. Strúkur í vindi og hvassur vindur millum 11 og 15 m/s, og 4 til 6 hitastig.

Sunnudagin er turt, frískur vindur og strúkur í vindi úr landnyrðingi norðan og útnyrðingi norðan, millum 9 og 12 m/s. Hitin millum 3 og 4 hitastig.

placeholder
placeholder