Sólin skínur dýra biðidag, og hóast hon ikki skínur hinar dagarnar um vikuskiftið, so verður góður hiti og einki regn fyrrenn sunnukvøldið.
Í dag er gul til andøvsgul av landsynningi og eystri, millum 4,5 og 7 m/s. Sólin sær tað mesta av degnum, einki regn og hitin um 9 hitastig.
Í morgin er yvirskýggjað, hann veksur vindin upp í frískan vind av landnyrðingi, millum 5,5 og 9,5 m/s. Einki regn og hitin um 8 hitastig.
Sunnudagin minkar hann úr frískum vindi niður í lot av landnyrðingi og eystan, úr 9 niður í 3 m/s. Tað verður turt tað mesta av degnum, men um kvøldið fer at regna, um 1,7 mm. Yvirskýggjað og hitin allan dagin um 8 til 9 hitastig.
Sí veðurforsøgnina hjá Portalinum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald