Innanlands

Soleiðis verður vikuskiftsveðrið

Í dag er nakað av vindi, men í morgin verður stilt

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-03-29 11:34 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í dag er strúkur í vindi til hvassur vindur av útsynningi vestan, millum 12 og 15,5 m/s. Nøkur æl verða gjøgnum dagin, millum 0,1 og 0,3 mm. Hitin sveiggjar millum 4 og 6 hitastig.

Í nátt verður eisini nakað av vindi við strúkur í vindi til hvassan vind av útsynningi vestan, millum 11,5 og 15,5 m/s. Nakað av avfalli verður, millum 0,1 og 0,8 mm. Fyrrapartin skiftir hann í ættini til norðan og útnyrðingi, og minkar spakuliga heilt niður í gul um kvøldið, um 5,5 m/s. Um dagin verður turt, sólin kagar og hitin minkar gjøgnum døgnið úr 5 niður í 1 hitastig.

Sunnudagin veksur hann í vindinum úr andøvsgul til frískan vind úr útsynningi, millum 7 og 12 m/s. Tað regnar gjøgnum tað mesta av degnum, millum 0,6 og 1,3 mm. Hitin veksur úr 2 til 7 hitastig.

Sí veðurforsøgnina her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder