Tjóðveldi hevur fingið eitt valevni aftrat á listan til fólkatingsvalið. Talan er um løgtingskvinnuna Sonju Jógvansdóttir.
Hesum boðar Tjóðveldi frá seinnapartin. Hon var ikki við, tá flokkurin kunngjørdi síni valevni til fólkatingsvalið farna mánadag, men nú er hon so við.
- Kann eg vera við til at endurvinna flokkinum sessin, so geri eg sjálvandi tað. Mín lutur skal ikki liggja eftir, og eg vil gera mítt fyri at tryggja, at Tjóðveldi endurvinnur sessin. Nógvar áheitanir eru komnar, og tí avgjørdi eg beint áðrenn evstu freist at stilla upp. Kann eg verða við at styrkja tjóðveldisliðið, so geri eg tað fegin, sigur Sonja Jógvansdóttir.
- Tað er av alstórum týdningi, at tær røddir, sum umboða fólkið í Føroyum endurspegla tað samfelag vit ynskja. Tí skal tað sjálvandi verða ein frælsisrødd, sum vil einar rúmligar og samhaldsfastar Føroyar, og sum trýr uppá førleikar, vitan og tann mátt, sum býr í føroyinginum, sum umboðar okkum. Hetta verið seg á Fólkatingi og allastaðni tørvur er á at tala okkara søk. Tað hevur okkara umboð á Fólkatingi eisini víst dyggiliga í verki hesi seinastu fýra árini, sigur Sonja Jógvansdóttir.
- Lat okkum senda eitt tjóðveldisumboð á Fólkating, sum kann virka fyri, at vit hvønn dag koma nærri einum sjálvstøðugum og rúmligum Føroum, har vit taka okkum av hvør øðrum. Eg vil tí heita á øll, um at seta sín kross við lista E á fólkatingsvalinum 5. juni, sigur Sonja Jógvansdóttir í tíðindaskrivi frá Tjóðveldi.
Listin hjá Tjóðveldi er hesin til fólkatingsvalið 5. juni:
Magni Arge
Annita á Fríðriksmørk
Pól Esper Hansen
Krisina Háfoss
Høgni Hoydal
Sonja Jógvansdóttir
Katrin Kallsberg
Óluvá Klettskarð
Ingolf S. Olsen
Hervør Pálsdóttir
Pauli Trond Petersen
Bjørt Samuelsen
Sirið Stenberg
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald