Mentamálaráðið hevur lýst 2018 at vera málmenningarár. Sørvágs kommuna vil eisini geva eitt lítið íkast til málmenning av okkara smæstu borgarum, tí er gjørt av at lata elstabólki í Alvalon og børnunum í 1-3. flokki í Sørvágs skúla eitt árshald av blaðnum Píka7.
Píka7 og Strok eru einastu føroysktmæltu bløð til børn, og tí hevur Sørvágs kommuna avgjørt at geva eitt lítið íkast til at varpa ljós á týdningin av, at vaksin lesa fyri børnum og at børn og vaksin kunnu hugna sær og fáa eina rúgvu at vita á okkara egna máli, soleiðis at tey fara at duga at málbera seg betur.
Kommunan skrivar, at har ásanna tey, at ein stórur partur av gerandisdegnum verður brúktur at hyggja í teldlar og skíggjar av ymsum slagi, og at nógv av tí, ið hugt verður at, er á donskum og enskum. Tí skal hetta, sum kommunan hevur tikið stig til, vera ein áheitan á øll um at tosa saman og vera saman við børnunum, tí hetta er besti menningarháttur, ið til er.
Málfatan og málførleiki er grundarlagið undir sjálvum fólkaræðinum. Okkum tørvar góðan málførleika, tá vit skulu kjakast, hugsa kritiskt og taka lut í fólkaræðinum. Sørvágs kommuna ásannar, at hon hevur eina ábyrgd av at økja um fólkaræðisliga hugsan, tí fara vit undir hetta átakið. Okkara lítla og viðbrekna mál er grundarlagið undir okkara mentan. Tí vónar kommunan, at øll í felag kunnu gerast meiri tilvitað um at stimbra, styrkja og menna málið hjá okkara minstu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald