
“Sóttarhald”, sum hevur sett sín dám á 2020 er kosið ársins orð í Góðan morgun Føroyum í morgun.
Tað eru lurtarar sum hava sent síni uppskot inn um hvat tey halda skal vera ársins orð.
Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í Føroysk Miðlafólk, Lív Egilsdóttir Olsen, forkvinna í Samfelagnum, sum er felag fyri samfelagsfrøðingar og Ragnar Sigrunarson, málsligur ráðgevi, samskipari hjá Málráðnum skuldu velja millum innkomnu uppskotini.
Tá samanumkom skutu tey hvør sítt orð upp sum ársins orð, men Jón Brian og Lív góvu seg til síðst, og ásannaðu, at sóttarhald var gott umboð fyri árið.
Sóttarhald hevur verið nógv brúkt í sambandi við korona, sum kom til landið í mars mánað. Tað er tó ikki eitt nýtt orð, men var helst farið í gloymibókina hjá teimum flestu.
Sóttarhald var eisini tað orðið, sum flest lurtarar høvdu skotið upp.
Ársins orð í fjør var “ræstkjøtaburgari”.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald