Spælistovan Blóman flytur oman á býarbókasavnið og letur upp har 17. august 2019. Spælistovan er ætlað børnum, ið ikki ganga á dagstovni og foreldrum teirra.
Ætlanin við spælistovuni er, at foreldur, avvarðandi og børn kunnu koma og njóta samveru við onnur vaksin og børn við spæli, hugna og práti. Tiltakið er eisini væl egnað til teirra, sum eru í kommununi í styttri ella longri tíðarskeið, uttan at barnið hevur kommunalt dagstovnatilboð, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.
Í spælistovuni kunnu bæði vaksin og børn hitta onnur í somu støðu, og á henda hátt er tað eitt gott høvi at samantvinna barnaspæl og prát millum tey vaksnu.
Spælistovan verður 17. august 2019 ábyrgdarøki hjá Býarbókasavninum í Tórshavnar kommunu. Nærri kunning kemur seinni um, hvussu tilboðið verður skipað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald