Seinasta samdøgrið eru 164 fólk deyð við koronasmittuni í Spania. Hetta er lægsta økingin síðan 18. mars. Eisini er hetta fyrstu ferð í næstan sjey vikur, at talið á nýggjum andlátum liggur undir 200.
Sambært Politiken eru tilsamans 217.466 tilburðir staðfestir í Spania, og 25.264 eru deyð.
Talið á smittutilburðum um allan heimin nærkast 3,5 mió, og talið á deyðum er beint undir 245.000, sambært uppgerð hjá worldometers.info. 1,1 mió. fólk eru staðfest frísk, og av teimum 2,1 mió., sum eru smittað í løtuni hava 98 prosent mild sjúkueyðkenni.
Spania er tað landið, sum her flest smittutilburðir í Evropa, og er USA einasta landið í heiminum, sum hevur skrásett fleiri tilburðir. Tá hugt verður eftir deyðstalinum, liggur Spania á einum 4. plássi aftanfyri USA, Italia og Stórabretland.
–––
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald