
Tað fer at taka nógvar tímar at fáa streym aftur á spanske elkervið. Tað segði rakstrarleiðarin hjá spanska elfelagnum, Red Electrica, á einum tíðindafundi í dag í sambandi við eitt umfatandi brek á elkervinum á Iberisku hálvoynni
Talan er um eitt søguliga umfatandi brek.
- Aldri fyrr hava vit havt eitt so umfatandi brek, sum hetta, sigur rakstrarleiðarin, Eduardo Prieto.
Streymurin er so smátt byrjaður at koma aftur í norðasta og sunnasta parti av landinum. Enn kenna tey ikki orsøkina til streymslitið, sum rakti Spania og stóran part av Portugal og eisini partar av Fraklandi.
Ferðsluruðuleiki í Madrid (Mynd: EPA)
Í spanska høvuðsstaðnum, Madrid, hevur ferðsluruðuleiki valdað í dag, tí ferðsluljósini ikki virka. Eisini mátti tokskipanin undir jørð ruddast fyri fólk og ólag hevur eisini verið á flogferðsluni.
- Eg biði allar borgarar um at ferðast minst møguligt. Vit ynskja at halda vegirnar fríar, og tí eiga fólk bert at fara á ferð, um tað er alneyðugt, segði borgarstjórin í Madrid, José Luis Martínez-Almeida í dag, sambært BBC.
Tað var um middagsleitið í dag, at streymurin fór, og síðan tá hevur onki tok koyrt. Spanaka stjórnin er samankallað til kreppufundar orsaka av streymslitinum, skrivar AFP.
Portugisiska elfelagið hevur í dag sagt, at tað eru serlig viðurskifti í atmosferuni, sum eru orsøk til streymslitið. Sambært felagnum eru tað óvanliga ógvusligir hitamunir í Spania, sum gjørdu, at elskipanin sveik. Elfelagið sigur eisini, at tað kann taka upp til eina viku innan elnetið aftur koyrir við fullari styrki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald