Sambært spanska samferðslumálaráðharranum er ætlanin at lata mørkini upp fyri ferðafólki í endanum av juni.
Spania, sum er millum tey londini í heiminum, sum er harðast rakt av koronasmittuni, er spakuliga byrjað at lata upp aftur, og í farnu viku varð tvungið sóttarhald sett í gildi fyri øll, sum koma til landið. Hetta varð gjørt fyri at forða fyri einar nýggjari bylgju av sjúku.
Sambært spanska samferðslumálaráðharranum, Jose Luis Abalos, er hetta ein fyribils loysn, til mørkini verða latin upp aftur.
– Vit kunnu ikki loyva útlendingum at ferðast runt, meðan spanska fólkið er avbyrgt. Síðst í juni lata vit vónandi uppaftur fyri ferðavinnuni, sigur hann sambært Reuters.
Hóast Spania letur upp fyri ferðavinnuni í juni, verður kortini mett, at koronakreppan fer at kosta sponsku ferðavinnuni millum 93 og 124 mia. evrur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald