Uttanlands

Spice Girls fara aftur á konsertferð

Hesaferð telja tær tó bara fýra

2018-11-06 12:19 Author image
Ari av Rana
placeholder

Spice Girls hava avdúkað, at tær komandi ár fara á konsertferð. Leingi hevur verið gitt um at vælumtókti gentubólkurin frá 90’unum aftur fóru á konsertferð, og nú hava tær boðað frá, at tær fara at framføra seks konsertir í Bretlandi.

Tó verða allar ikki við. Gentubólkurin boðar frá, at Victoria Beckham hevur borið seg undan at verða við á konsertferðini. Tó verður høvi at síggja Melanie Brown, Emma Bunton, Geri Halliwell og Melanie Chisholm framføra.

Sambært tónleikaserfrøðingum eru hetta ovurstór tíðindi, tí at talan er um best seljandi gentubólk nakrantíð. Spice Girls høvdu sín fyrsta hittsang í 1996 við “Wannabe” og lógu ovast á hittlistunum í 37 londum. Bólkurin gav út fløgurnar “Spice” og “Spiceworld” áðrenn tær fóru hvør til sítt í 2000.

Konsertirnar verða í Manchester, Coventry, Sunderland, Bristol, á Wembley og í Edinburgh.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder