Við á royndatúrinum við Spógvanum út í Hest var Bjørn Patursson, sum er fyristøðumaður í Koltri. Hann sigur, at hann varð bjóðaður við á túrin, tí arbeitt verður við at fáa Koltur upp í Hestleiðina hjá Strandfaraskipum Landsins.
- Vit hava spurt Strandferðsluna og Tórshavnar kommunu, um tað ikki ber til at fáa ein túr út í Koltur í sambandi við Heystleiðina. Og vit skilja, at tað verður arbeitt seriøst við tí, sigur Bjørn Patursson, fyristøðumaður í Koltri, sum leggur afturat, at talan verður um túrar á summarhálvuni.
- Eg havi skilt á lagnum, at vit kunnu rokna við at fáa hampiliga fasta rutu um summarið. Vit hava eisini fingið at vita, at vit kunnu fáa túrar til serligar dagar um heysti, tá tað eitt nú tá slaktið er ella um aðrir merkisdagar eru, greiðir fyristøðumaðurin í Koltri frá. Hann sigur at tað hevur nógv at siga fyri oynna, serliga í sambandi við ferðavinnuna.
Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni váttar, at arbeitt verður við at samantvinna Koltur og Hest í eina leið, sum Spógvin skal sigla. Hann sigur at arbeiði ikki er komið langt enn, men at tey síggja nýggjar møguleikar, nú ein bátur er komin í flotan afturat. Og Bjørn Patursson heldur tað verða fantastiskt, at einstaklingar kunnu koma út í oynna, uttan at tyrla ella privatbátur er neyðugur.
- Tyrlan er avmarkað hjá ferðafólki, tí er tað fantastiskt hjá fólki, sum vil út á oynna í ein dag, sigur Bjørn Patursson. Hann sigur, at tað hevur veirð ógvuliga torført hjá einstaklingum, sum vilja út í Koltur.
- Bæði føroyingar og útlendingar, sum vilja koma ein dag út í Koltur, fáa nú møguleikan. Tey fara at vita hvat klokkan tey koma út og kunnu fara heim aftur, sigur Bjørn Patursson at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald