2021-03-28 10:21
Í morgun okkara tíð var ein stór spreinging uttanfyri eina kirkju í indonesiska býnum Makassar.
Sambært lokalu løgregluni er helst talan um eitt sjálvmorðsbumbuálop. Tvey fólk, sum verða hildin at standa aftanfyri álopinum, hava latið lív.
Í minsta lagi 14 persónar vórðu særdir í álopinum, og fleiri teirra hava álvarsligan skaða.
Tá bumban brast, var kirkjufólkið inni í kirkjuni, skrivar Ritzau.
Løgreglan hevur avbyrgt økið, og á sjónbandaupptøkum sæst, at fleiri bilar, sum stóðu parkeraðir í økinum, hava fingið skaða.
Enn veit løgreglan ikki, hvat motivið er, ella hvør hevur ábyrgdina av spreingingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald