![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Kjak hevur tikið seg upp nú góðir 200 springarar vórðu hildnir til í Hvalvík í gjár. Ingolf Sólheim Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi, er ein av teimum sum setur spurnartekin við drápið.
Tingmaðurin skrivar á Facebook í dag, at millum annað óvissan til, hvussu stovnurin er fyri, eigur einsamøll at gera, at vit ikki drepa springarar fyrr enn vit hava fulla vissu fyri, at stovnurin er væl fyri.
- Og í øðrum lagi, tí springaratvøst ikki er og ongantíð hevur verið ein týðandi partur av føðslugrundarlagnum hjá føroyingum. Sjálvur eri eg ongantíð í lívinum boðin til borðs at eta springaratvøst og havi ongantíð smakkað tað, so føroyskur gerandiskostur er tað ikki.
- Hvussu vit bera okkum at mótvegis Sea Shepherd og neiligari útlendskari lobbbyismu annars, tað er ein heilt annar spurningur. Tann herðferðin rínir bara við meg, um hon dokumenterar, at vit gera okkum inn á hóttar djórastovnar, ella at vit ikki hava virðing fyri djóravælferðini, skrivar Ingolf S. Olsen.
Les eisini: Bretskir miðlar vísa hvussu springarar "slátrast av læandi føroyingum fiskimonnum"
Les eisini: Eiga at umhugsa springaradráp
Les eisini: Bjarni Mikkelsen: - Man óttast ikki fyri springarastovninum
Les eisini: Kaj Leo Holm Johannesen: - Skeivt at drepa springarar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald