210 springarar løgdu beinini í Hvalvík í gjár. Hetta er ein av størru bólkunum sum er hildin til seinastu árini.
- Bólkarnir, sum vanliga verða tiknir eru ikki so stórir. Vanliga eru tríggir av fýra bólkum, sum verða hildnir til, minni enn 50 springarar.
Tað sigur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur og hvalagranskari á Tjóðsavninum.
Springararnir, sum eru um Føroyar, eru partur av einum størri stovni. Bjarni Mikkelsen sigur, at vit hava onga greiða meting av hvussu stórur springarastovnurin er, men at vit ikki eru nøkur hóttan móti stovninum.
- Stovnurin, sum springararnir eru partur av, er stórur nokk til okkara veiðu. Seinastu 20 árini hava vit veitt um 300 springarar um árið. Fyri at hótta stovnin skuldu vit veitt millum 30.000 til 50.000 um árið.
Bjarni Mikkelsen sigur, at ein stovnsmeting av springarum í føroyskum farvatni væntandi verður tøk seinni í ár ella í 2019.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald