Innanlands

Spyr um revsiváttan fyri útlendska arbeiðsmegi

Tað er gott, at møguleiki er at fáa skikkaða og góða arbeiðsmegi, men endamálið má aldrin vera, at tað skulu innflytast dømdir brotsmenn til Føroya, sigur Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin

Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-06 15:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hvat skal til fyri at útlendingar, sum koma higar at arbeiða, skulu útvega revsiváttan, tá søkt verður um arbeiðsloyvi?

Tað vil Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin hava landsstýrismannin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen at svara uppá.

Í viðmerking til ein § 52a fyrispurning vísir Beinir Johannesen m.a. til søgu hjá Frihedsbrevet um at ein maður, sum er skuldsettur fyri eitt álop á Argjum í vár, er dømdur fyri morð í Póllandi.

Les eisini: Tann skuldsetti fyri álop á Argjum er dømdur fyri morð í Póllandi

– Tað er gott, at møguleiki er at fáa skikkaða og góða arbeiðsmegi, men endamálið má aldrin vera, at tað skulu innflytast dømdir brotsmenn til Føroya, sigur tingmaðurin, sum eisini vil hava at vita frá landsstýrismanninum, um hann er sinnaður at broyta treytirnar soleiðis at revsiváttan skal útvegast.

– Vit eru eitt lítið og viðbrekið samfelag, ið hevur nógv at verja. Tí mugu vit vera á varðhaldi, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder