Spyr.fo og Krabbameinsfelagið halda fram við samstarvinum á triðja ári. Tað skrivar Krabbameinsfelagið á heimasíðu sína.
Spyr.fo er ein spurnartænasta, ið ger skjótar spurnarkanningar millum føroyingar á fartelefonini. Fyri hvønn luttakara letur tann, ið ger kanningina, 4 krónur til Krabbameinsfelagið.
Higartil hava uml. 5000 føroyingar meldað seg til spyr.fo, og svarað tilsamans 50.000 ferðir uppá spurnarkanningar, og sostatt hevur Krabbameinsfelagið fingið uml. 200.000 krónur í stuðli.
Durita Tausen, forkvinna í Krabbameinsfelagnum sigur, at tey í felagnum eru sera fegin um samstarvið og peningaliga stuðulin, sum tey fáa, og heita tey tí á fleiri føroyingar at skráseta seg á spyr.fo.
Meira kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald