Innanlands

Spyrja borgararnar hvat musikkskúlin skal eita

Nú fáa borgararnir høvi at koma við uppskotum um hvat Tórshavnar Musikkskúli skal eita

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2018-12-07 09:11 Author image
Ari av Rana
placeholder

 - Tórshavnar Musikkskúli kann væl eita Tórshavnar Musikkskúli. Men kjakið gongur og fyri at fáa íblástur til hetta kjakið er navna- og búmerkjahugskotskapping útskrivað. Nevndin, ið metir um uppskotini, verður mannað við umboðum úr Tórshavnar kommunu og umboðum fyri Tórshavnar Musikkskúla og letur síðani tilmæli til mentamálanevndina í Tórshavnar kommunu.

Soleiðis skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni, nú kommunan hevur útsrkivað navna og búmerkjahugskotskapping. Freistina at koma við uppskotum er úti mikudagin 12. desember á middegi.

Tórshavnar Musikkskúli fer á sumri 2019 at húsast í nýggjum stásiligum bygningi við Hans Andriasar gøtu og Landavegin í Havn. Navnið Tórshavnar Musikkskúli hevur fylgt skúlanum, síðani hann byrjaði, somuleiðis hevur annar eldri privatur musikkskúli í Havn fyrr borið sama navn.

Javnan verður kjakast um orðið “musikkur” í mun til orðið “tónleikur”, hvussu hesi eru brúkt fyrr og nú. Tað eru eisini ymiskar fatanir av, um nýtt navn skal finnast til skúlan ella haldast skal fast í verandi navn. Eisini verður kjakast, um navnið á skúlanum skal hava “musikk” ella ”tónleik” sum part av navninum, ella heilt annað navn skal finnast, ið avspeglar tað fjølbroytta tónleikavirksemið, ið ætlandi verður í bygninginum, ið eisini liggur tætt upp at Skúlanum á Fløtum og Glasi.

Les treytir fyri kappingini á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder