Skotska felagið hjá Bakkafrost, SSC, sleppur ikki at leggja eitt alibrúk einum øki út fyri Millstone Point norðast á oynni Arran í Clyde-fjørðinum í Vesturskotlandi.
Lokali myndugleikin, lendisskipanarnevndin í North Ayrshire Council, tók farna mikudag avgerð um ikki at ganga eini umsókn hjá Scottish Salmon Company á møti.
Ein talsmaður fyri ráðið sigur:
- Umsóknin varð afturvíst orsaka av, at alibrúkið ikki hóskar inn í ætlanirnar fyri hvussu økið skal taka seg út í framtíðini. Tað hóskar ikki til hetta serliga náttúruvakra økið, sigur talsmaðurin við heimasíðuna hjá North Ayrshire Council.
- Ætlanin er heldur ikki í tráð við skotsku ætlanirnar fyri sjóøkið og heldur ikki við ætlanini fyri Clyde-fjørðin. Búskaparligar grundgevingar kunnu ikki seta til viks ta neiligu ávirkanina, sum ætlanin hevði havt fyri økið, sigur talsmaðurin.
Lendisskipanarnevndin hjá ráðnum hevði fingið 436 hoyringssvar, sum vóru ímóti ætlanini og bert 19, ið stuðlaðu ætlanini.
Les eisini: Skotsk mótmæli móti ætlaðari alistøð
Upprunaliga hevði SSC ætlanir um at leggja 20 aliringar á hesum økinum, men skar verkætlanina niður á 12 ringar.
Sambært Fishfarmingexpert hevur Scottish Salmon Company enn ikki tikið støðu til, hvussu víðari skal fara fram eftir at henda umsóknin er havnað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald