Nú tað stundar til nýggjárshald kemur nógv fýrverk til Føroyar. Fyri at trygdin skal vera í lagi, so er neyðugt hjá øllum viðskiftafólkum, sum hava í hyggju, at flyta fýrverk millum oyggjar við skipum hjá SSL, at kunna seg um hvørjar treytir eru galdandi.
Strandfaraskip landsins hava 6 skip sum eru ógvuliga ymisk, men flestu av teimum eru fevnd av sera strongum altjóða krøvum um flutning av vandamiklum farmi (IMDG Kotan), sum millum annað snýr seg um fýrverk. Flestu av skipunum hava ikki loyvi til at føra nakað fýrverk, og tað sama er galdandi um fýrverki verður sent við flutningsfyritøku umvegis skipini, skrivar Strandferðslan.
Strandferðslan heitir tí at fólk, sum hava fyri neyðini at flyta fýrverk millum oyggjar, at seta seg í samband við tey, soleiðis at ein loysn kann finnast.
Skal vandamikið góðs flytast við einum av skipunum hjá SSL, so verður heitt á viðskiftafólk, um at seta seg í samband við farmastøðir ella farmaavgreiðslur hjá SSL í seinasta lagi eina viku áðrenn vandamikla góðsi skal flytast. Avgreiðslutíðin kann vera eitt sindur longri enn fyri vanligt góðs.
Sí nærri kunning um mannagongd í sambandi við flutning av vandamiklum góðsi á heimasíðuni hjá SSL her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald