Innanlands

SSL væntar at veðrið fer at ávirka

Vánaliga veðurforsøgnin kann ávirka Strandferðsluna á landi og sjógvi fríggjadagin og leygardagin

Savnsmynd (Mynd: Bjartur Vest)

Savnsmynd (Mynd: Bjartur Vest)

2018-10-11 14:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Boðað verður frá nógvum vindi fríggjadagin og leygardagin. Vánaliga veðrið kann føra til óstøðuga ferðslu á sjógvi og landi, og Strandfaraskip Landsins heita tí á okkara ferðandi at kunna seg um ferðsluna teir dagar veðrið er illfýsið. 

Broytingar í ferðsluni verða lagdar út á heimasíðuna í gula teigin "Broytingar" og tey, ið eru timeldaði okkara ókeypis sms-tænastu fáa boð umvegis sms, sigur Strandferðslan.

Fylg við veðrinum her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder