Uttanlands

ST-aðalskrivarin fordømir álopið í Doha

Ísrael hevði rætt til at leypa á, sigur ísraelski forsætisráðharrin

ST-aðalskrivarin, António Guterres (Savnsmynd)

ST-aðalskrivarin, António Guterres (Savnsmynd)

2025-09-09 18:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

ST-aðalskrivarin, António Guterres fordømir ísraelska álopið í Doha seinnapartin.

Hetta er at gera seg inn á sjálvræðið hjá Katar, segði hann á tíðindafundi í dag.

Les eisini: Ísrael lopið á Hamas-leiðarar í Katar

– Allir partar skulu arbeiða fyri at fáa eina varandi vápnahvíld í Gaza, ikki fyri at oyðileggja hana.

Guterres leggur afturat, sambært Ritzau, at Katar hevur spælt ein jaligan leiklut sum meklari millum Ísrael og Hamas, og at landið hevur roynt at fingið eina avtalu í lag um m.a. leyslating av ísraelsku gíslunum í Gaza.

Stjórnin í Katar hevur eisini fordømt álopið, og tað hava myndugleikar í Saudiarabia, iran, Jordan og øðrum londum í økinum eisini.

– Høvdu rætt til at leypa á
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu og ísraelski verjumálaráðharrin, Israel Katz siga tó, at Ísrael hevði rætt til at leypa á.

Sambært Netanyahu gav hann boð um at fremja álopið sum aftursvar til eitt álop nærindis Jerusalem í gjár. Tá skutu tveir palestinar móti fólki við eitt busskýli, og seks fólk lótu lív.

Endamálið við ísraelska álopinum í dag var sambært ísraelskum keldum at raka limir í leiðsluni hjá Hamas, sum vóru staddir í Katar í sambandi við samráðingar um vápnahvíld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder