Innanlands

ST-frágreiðing: Osonlagið er um at koma fyri seg

Osonlagið er í ferð við at lekja tey hol, sum vandamikil evni hava gjørt gjøgnum fleiri áratíggju

Mynd: Videnskab.dk

Mynd: Videnskab.dk

2018-11-06 11:02 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tey vandamiklu holini, sum ymisk vandamikil evni hava gjørt í osonlagið gjøgnum fleiri áratíggju, eru nú við at lekjast. Tað vísir nýggj frágreiðing frá ST, skrivar tíðindastovan AP.

Sambært frágreiðingini fer holið yvir norður hálvkúluni at verða komið seg  í 2030’unum, meðan tað størra osonlagið yvir Antarktis fer at komið seg í 2060’unum.

- Hetta eru sera góð tíðindi. Um útlátið av vandamiklum evnum, sum skaða osonlagið hevði hildið fram, høvdu tað havt stórar avleiðingar. Hesum hava vit nú steðgað, sigur Paul Newman, sum starvast hjá Nasas Goddard Space Flight Center, og sum hevur veirð við til at gjørt frágreiðingina, við AP.

Í ár er holið yvir suðurpólin, sum varar frá september til desember, 24,8 milliónir ferkilometrar. Hetta er 16 % minni enn í 2006, tá tað var størst.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder