Uttanlands

Staðfest: Demokratarnir meiriluta í Umboðsmannatinginum

Tingsessur nummar 218 er nú tryggjaður

Ein av demokratisku vinnarunum, Sharice Davids úr Kansas (Mynd: EPA)

Ein av demokratisku vinnarunum, Sharice Davids úr Kansas (Mynd: EPA)

2018-11-07 08:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er nú endaliga staðfest, at demokratiski flokkurin hevur tryggjað sær meirilutan í amerikanska Umboðsmannatinginum.

Tingsessur nummar 218 er nú vunnin, og sostatt fær Trump forseta ein meiriluta ímóti sær í undirhúsinum í Kongressini, kallað Umboðsmannatingið, staðfestir AP tíðindastovan sambært dr.dk.

Republikanararnir hava higartil fingið 193 sessir. Enn vantar í at finna útav, hvør flokkur vinnur teir seinastu 24 sessirnar.

Sostatt missa republikanararnir meirilutan í øðrum av kømrunum í Kongressini. Undan valinum høvdu teir meirilutan í báðum kømrunum, Senatinum og Umboðsmannatinginum.

Republikanski flokkurin varðveitir meirilutan í Senatinum.

Tað var væntað frammanundan, at demokratarnir kundu vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum. Við sigrinum fáa demokratarnir nú formanssessin í øllum nevndunum, og koma sostatt at spæla ein nógv størri politiskan leiklut enn tey hava gjørt í teimum báðum fyrstu árunum í valskeiðinum hjá Trump.

Demokratiski meirilutin kann eisini gerast ein forðing hjá Trump forseta at føra sín politikk, tí at lóggávan í útgangsstøði skal samtykkjast í báðum kømrunum í Kongressini.

Í Senatinum hava republikanararnir framvegis 51 umboð, sama meiriluta, sum undan miðskeiðisvalinum.

Politikararnir í Umboðsmannatinginum standa fyri vali annað hvørt ár, tí verður valið millum tvey forsetavalár kallað miðskeiðisval. Í Senatinum hinvegin verða senatorarnir valdir fyri eitt seks ára tíðarskeið, og tí stendur bert ein triðingur av teimum fyri vali hvørja ferð. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder