Mentan

Stanley gevur kenslunum flog

Í dag verður eitt av Føroya frægu tónlistafólkum sjeyti ár. Er hann nevndur er hann kendur. Tað er eingin mætari enn Stanley Samuelsen úr Fuglafirði, av flestu kendur sum gittarsnillingurin Stanley

2021-04-30 13:25 Author image
Innsent
placeholder

Í dag verður eitt av Føroya frægu tónlistafólkum sjeyti ár. Er hann nevndur er hann kendur. Tað er eingin mætari enn Stanley Samuelsen úr Fuglafirði, av flestu kendur sum gittarsnillingurin Stanley. 

Føroyar eru eitt ótrúligt land við so nógvum gávaðum menniskjum, og Stanley telist millum teirra. Hevur tú hoyrt hann spæla og syngja eina ferð, gloymir tú tað ongantíð. Tú goymir tað. Og tú vil bara hava meira. Kenslubornu og vøkru sangirnir, við íblástri frá okkara frægu yrkjarum, munnu teljast millum teir mest spældu gjøgnum árini. Hvussu mong hevur Stanley ikki tikið heilt av bóli við sínum eyðkenda og sorgblídna sangi “Um eg kundi kvøðið”,  fyri bert at nevna ein av gomlu slagarunum, og í dag er einki eygað turt, tá Stanley tekur gittara sín  í hond og letur ljóma vælkenda lagið “Tá eg verði gamal”. Man  kundi hildið á og nevnt nógvar aðrar Stanleysangir, sum hava rørt  so mangar føroyskar hjartastreingir. 

Hugaligt og forkunnugt er tað at vera hjástæddur, hvørja ferð Stanley fer á pall, antin tað er á Reinsaríinum  í Havn, í Spaniastovu í Klaksvík, í Mentanarhúsinum í Fuglafirði ella í eini av mongu hugnaligu kirkjunum kring landið - við fólksligu kirkjuni í Hoyvík, sum av álvara hevur tikið tónleikin hjá Stanley til sín, á odda. Hóast tú hevur hoyrt hann bæði eina, tvær og tríggjar ferðir, so heldur hann fram at draga sum ein magnetur, hvørja ferð tað frættist, at nú er Stanley í nánd,  heima aftur á klettunum. 

Føroyar hava  fostrað mong góð tónlistafólk gjøgnum tíðirnar, og ilt er tað at taka nakað ávíst  framum, men okkurt heilt serstakt og veruliga inniligt er við tónleikinum hjá Stanley, at tú vendir aftur og aftur til hann, tá høvi býðst. Og tíbetur heldur dámligi fuglfirðingurin, sum hevur búleikast uttanfyri klettarnar nærum alt sítt vaksna lív, við at venda heimaftur nærum allar árstíðir. Og tøkk fái hann fyri tað.

Vit eru mong, sum gleðast saman við Stanley á hesum stóra degi hansara. Vit verða mint á serstaka og originala Stanley ljóðið og eigur kvinnan við hansara lið, Merete, so sanniliga eisini tøkk og góðynski uppiborin, nú hon hevur stuðlað Stanley í hansara fruktabara virksemi. Mugu tit eiga mong góð ár enn, sum so aftur kunnu gagna øllum føroyingum. 

Tillukku og tøkk fyri tín tónleik Stanley. Tín tónleikur er vorðin ein tjóðar- og fólkaogn hjá øllum føroyingum. 

Jan

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder