Mentan

Stanley Samuelsen í Spaniastovu

Eftir vælvitjaðu legendkvøldini í januar og februar verður hildið fram við triðju "legendu" 3. apríl

2019-03-27 23:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eftir vælvitjaðu legendkvøldini við Sofus Hansen og Fríðbjørg Jensen í ávikavist januar og februar, verður hildið fram við triðju "legendu" 3. apríl.

Hesufer verður høvið at hoyra Stanley Samuelsen í samrøðu við Rudolf Joensen og sjálvandi spælir Stanley egin løg, løg frá yngri árum saman við húsorkestrinum.

Stanley er yngstur av 12 systkum. Hóast henda stóra barnaflokk er hann vaksin upp sum einabarn. Tónleikurin í skúlanum, var tann eini sangtímin um vikuna hjá Herluf Berthelsen. Sungið var fyri tað mesta úr Føroya Fólks Songbók, og skuldi tað vísa seg at henda innførsla í føroyska sangskattin, kom væl við seinni.

Í 1963 komu tveir beiggjar úr Grønlandi við einum gittara, sum teir høvdu keypt frá einum norðmanni. Við gittarinum fylgdi kunnleiki til 3 akkordir (D-A7-G).

Longu sum 13 ára gamal spældi hann til dans við Silly Boys. Teir gjørdist heimskendir í Føroyum.

Í 1970 fór hann til Danmarkar at vitja ein bróðurson í fjúrtan dagar, men gjørdist tað ein longri túrur. Hann býr framvegis á Flatlondum.

Nú legði hann tónlistarliga á annan bógv og gjørdist trubadurur. Hann spældi í mong ár við í Den Udødelige Trio. Teir ferðaðust ríkið upp og niður, og sigur Stanley, at hann kennir Danmark betur enn flestu danir. Umframt Danmark, hevur hann spælt í nógvum øðrum londum. Hetta og mangt afturat fer Stanley at greiða frá í samrøðu við Rudolf.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder